- Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2021 fer til Suffíu Olsen fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp. Suffía og familjan ótu døgurða, tá pápi hennara brádliga fekk hjartasteðg. Ímeðan mamman og yngra systirin ringdu 112, var Suffía skjót at fremja lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilur kom á staðið.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar, á samkomu seinnapartin í dag, tá avdúkast skuldi, hvør Ársins Fyrstuhjálpari 2021 er.
- Av tí, at Suffía handlaði so skjótt og gav munagóða fyrstuhjálp, kann pápi hennara, Pauli, liva eitt vanligt lív uttan varandi mein. Suffía vísir gott yvirskot og orku, at hon megnar at fáa lítlusystrina burturfrá saman við mammuni, hóast tær vóru ræðsluslignar.
Hann segði, at tað krevur dirvi at halda høvdið kalt og minnast mannagongdir, tá ein, tú ert so nær í familju við, fær hjartasteðg.
Á samkomuni í dag varð heiðursbræv eisini latið Gilla Sjúrðarsyni Holm, sum í summar kom fram á ein mann, sum hevði fingið hjartasteðg og fór beint í gongd við at geva honum lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilurin kom á staðið.
- Lítil ivi man vera um, at hevði Gilli ikki verið har, so hevði maðurin helst ikki yvirlivað, segði Jóannes Eidesgaard.
Starvsfólk á Grant í Vágum fingu eisini heiðursbræv fyri at veita góða fyrstuhjálp, bæði kropsliga og sálarliga, tá ein starvsfelagi var óheppin og skar seg illa av einum rúti.
Øll trý fingu heiðursbræv og blómutyssi frá Reyða Krossi, um framt at Ársins Fyrstihjálpari 2021 eisini fekk eina peningagávu frá Betri á 8.000 krónur.
##med2##
Í ár fingu fýra børn Ársins Barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. Talan er um tvær hendingar.
- Í eini hendingini fyribyrgja nakrir smádreingir einari vanlukku, tá teir leggja merkis til, at ein lastbilur, sum stevnir beint ímóti einum tunli, hevur gloymt at koyra kranan niður. Í hini hendingini bjargaðu tvær smágentur systkinabarni teirra, sum var dottin í ein djúpan hyl. Øll fýra børnini fingu heiðursbræv umframt eitt gávubræv frá Bovling í Leirvík.
Í sambandi við tiltakið hjá Reyða Krossi seinnapartin í dag, varð stuðulsavtalan millum Betri og samarittarnar hjá Reyða Krossi eisini longd fram til og við 2024, og verður Betri sostatt verandi høvuðsstuðul hjá samarittunum.
- Stuðulin frá Betri ger sera stóran mun, og er eitt nú við til at styrkja karmar og umstøður hjá sjálvbodnum á samarittøkinum. Stuðulin skal eisini síggjast sum eitt stórt herðaklapp til tað framúr góða arbeiðið, sum samarittarnir gera í sambandi við at veita stuðul og fyrstuhjálp til tiltøk kring alt landið, siga tey í Reyða Krossi Føroya í dag.
##med3##
##med4##
##med5##