Bulurin í javnaðarpolitikki tey 70 árini, Føroya Javna-arflokkur hevur átt politiska leiklut sín í Føroyum, er strembanin at skapa tryggleika: arbeiði til flestallar hendur, tryggja sosialar fyriskipanir, tá hóttafall er, at tryggja ellisárini fíggjarliga, ikki minni, tryggja góðar atstøður til heilsubótar.
Fyrstu ártíggjuni var virksemi Javnaðarfloksins á tingi merkt av strembanini at fáa hesi mál framd, at fáa undirtøku fyri tí neyðuga, at gera samfelagið fjálgari hjá fólki at liva hampa lív. Lesa vit í Tingtíðindum, í blaði floksins frá útgávudegnum í 1927, so gongur sjón fyri søgn.
Tá Javnaðarflokkurin í 1958 á fyrsta sinni vann stóru undirtøkuna, 8 tingmenn, var greitt, at nakað mátti henda. Standurin í Føroyum tá var tann, at nógv fólk var flutt av landinum, einki arbeiði var hjá nógvum, virksemið lítið, eingin nýskapan á politiska vígvøllinum.
Við Javnaðarflokkinum á odda fór at bera til ? og bar til. Sekstiárini vóru merkt av broytingum, sama var í sjeytiárunum.
Í innganginum til valskrift Javnaðarfloksins í 1970 varð m.a. sagt:
»Tað kom gongd á samfelagsútbyggingina við Javnaðarflokkinum.
Í fimtiárunum stríddust javnaðarmenn fyri at fáa sosialu lógirnar bøttar. Áðrenn 1958 fekst eingin undirtøka; men eftir sigursvalið í 1958, bleiv málið framt. Hetta tí at flokkurin setti sum treyt fyri at skipa landsstýri, at sosialu lógirnar fingu gildi í Føroyum«.
60?ini vóru virkin ár, og arbeiði var til allar hendur.
Útbygging og øking í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Skjøtil var settur á á so mongum økjum. Vit fingu fólkapensjónina í 1959, avlamispensjón í 1960, forsorgarlógina og samanumtikið vóru hesar høvuðslógir og aðrar við rættuligur samfelagsstuðul, sannur íblástur út í hvønn krók í landinum, bæti og trygd í almongum heimi.
Í 70?unum kom heimahjálparskipanin og aðrar við, og í 1979 lógin um dagpening undir sjúku og barnsburði fyri tímalønt og sjálvstøðug.
Flokkurin fekk undirtøku fyri politikki sínum og legði dent á, at fáa somu sosialu rættindi sum lógir í Føroyum sum í Danmark.
Tað er einki at breggja sær av, at hava slept hesum dýra solidariska hugtaki. Tað kemur dýrt at kosta, sanniliga.
Reyði tráðurin hevur alla tíðina verið samhaldsfesti, solidaritetur, 1. boð er: sosialu málini, bjargingarnetið hjá einum samfelag, sum byggir fyri fjøldina.
Ójavnt er, sum vit virða vunnu úrslitini. Men allur javnaðarpolitikku byggir á samvinnu, á virðing hvør fyri øðrum, rættinum at evna lív sítt eftir bestu sannføring síni eftir demokratiskum lunnum.
Tað er eingin sjálvfylgja, at eiga rættin til trygg sosial rættindi. Vit hava sæð vunnu rættindini verða tveitt á bláman, í almannamálum, í sjúkhúsmálum ? og í hesum »privatiseringstíðum« verða mannalagnur og einstaklingalagnur lítið mettar av teim ráðandi.
Javnaðarfloksins fremstu mál eru almannamálini og heilsumálini.
Vunnu rættindini er eingin sjálvfylgja.
Tí er uppgávan hjá Javnaðarflokkinum: Altíð at vera á varðhaldi.