Riggar ikki at vera aðrastaðni á ólavsøku 

- Ólavsøkan er blivin nógv meira siviliserað – ja, meira mentað og nógv meira fjøltáttað. Men, framvegis er kjarnin hin sami, sigur Gunvør Balle 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, eg fari á ólavsøku í ár, og tað plagi eg altíð. Eitt árið, tá børnini vóru smá, fóru vit út í Hest fyri ólavsøku, tí vit hildu, at tað fór at vera lættari. 

Gunvør Balle sigur, at veðrið var so gott, at bæði horntónleikur og rómurin hoyrdist heilt úr Havn og út í Hest. 

- So vit ásannaðu at hetta var eitt stórt mistak. Vit ringdu eftir ferjuni, so vit kundu koma sum skjótast aftur til Havnar. 

Hon ásannar, at tað riggar ikki hjá teimum at vera aðrastaðni enn í Havn á ólavsøku! 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?   

- Mær dámar so at siga alt við ólavsøkuni. Hon er veruliga hæddarpunktið á sumrinum: Stákanin fyri - at gera mat og klæðir klár, siðvenjurnar, føstu støðini vit vitja, og har vit fáa ein bita, at vera í góðum veitslum, syngja og hugna sær saman við glaðum fólkum, listaframsýningar, kórsangur og ymiskt annað. Jú, mær dámar alt við ólavsøkuni.

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?    

- Eg kann ikki koma í tankar um nakað, sum eg sakni við ólavsøkuni, og eg sakni als ikki gomlu drykkjumentanina, tá fólk lógu full og sløddust. 

Og Gunvør Balle leggur aftrat: 

- Men, eg gleðist um nógvu tilboðini innan mentan, ítrótt, mat og annað. 

Hon heldur, at ólavsøkan er blivin nógv meira siviliserað, sum hon tekur til – ja, meira mentað og nógv meira fjøltáttað. 

- Men, framvegis er kjarnin hin sami, og tað mest virðismikla: Gott lag og hugni saman við góðum fólki.

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?  

- Eg minnist einaferð, tá eg var ung, og mamma og vit systrar komu heim um náttina. Tá lá ein fremmandur maður væl ballaður og svav so søtliga í seingini hjá mammu! 

Hon vísir á, at tey sjáldan stongdu úthurðina, og maðurin hevði verið so ”móður”. 

- Hann hevði funnið eitt opið hús og eina innbjóðandi song, so tann freistingin var honum ov stór. Hann var vinarliga purraður út og fylgdur til dyrnar, og mamma fór at skifta seingjarklæðir, sigur Gunvør Balle brosandi.

 

Lesið eisini: Kona mín fann meg á ólavsøku

 

https://www.in.fo/news-detail/kona-min-fann-meg-a-olavsoeku