Leygarkvøldið spælir Eyðun Nolsøe og hansara orkestur til konsert og dans í Roynhøllini í Hvalba
Leygarkvøldið 13. desember, verður rimmar konsert og dansur í Roynhøllini í Hvalba, har ein av okkara fremstu tónleikarum og sangskrivarum, Eyðun Nolsøe, og hansara orkestur, spælir.
Dyrnar lata upp klokkan 23 og atgongumerki kostar 120 krónur. Samstundis boðar Royn frá, at MP-bussar koyra úr øðrum bygdum í Suðuroy til og úr Hvalba í sambandi við dansin.
Í ár fyllir Bóltfelagið, Royn, 85 ár og í tí sambandi hava nøkur tiltøk verið hesar síðstu mánaðirnar
Og dansurin leygarkvøldið, verður ta stóri dansitiltakið í sambandi við 85 ára haldið. Og tey ivast ikki í, at talan verður um eitt av teimum heilt stóru dansikvøldunum í Suðuroy í ár við nógvum fólki, tí hetta er eitt av teimum stóru veitslukvøldunum í Suðuroy við nógvum jólaborðhaldum og øðrum veitslum runt um í oynni