Rimmar kvøld á Giljanesi

Í kvøld kl. 19 skipar Lions Vágar fyri áhugverdum tiltaki á Giljanesi við Jógvan Ravnsfjall, Jóan P. Joensen, Ólavi Højgaard,Tórbjørn Jacobsen oø. skrivar Vágaportalurin Fríggjadagin tann 30. januar klokkan 19 skipar Lions Vágar fyri rimmar kvøldi á Giljanesi og har verður mangt á skránni, m.a. fara Jóan Pauli Joensen, Jógvan Ravnsfjall og Pauli Nielsen at greiða frá teirra uppvøkstri í Vágum, og so fer Tórbjørn Jacobsen at hugleiða um Vágar.

Eisini verður nógvur sangur á skránni við m.ø. Ólavi Højgaard, Niels Midjord, Høgna Miðberg og Milson Zachariassen, umframt at felagssangur verður og Sørvágs Tónleikarfelag spælir, skrivar Vágaportalurin á heimasíðu síni.

Orsøkin til hetta tiltak á Giljanesi, er, at Bina Svartá úr Saksum hevur gjørt hjálpararbeiði í Ghana saman við Footprint Child Development Center.

Fyrr hevur Lions Club latið pening til hetta endamál og í samband við hetta, hevur Bina Svartá prógvað, hvar peningurin er nýttur, men enn manglar peningur til at reisa ein bygning.

Hjálpin fer til bygdina Pebi, sum er ein bygd í Ghana, har eini 600 fólk búgva.