Ringanna Harri á føroyskum

Almenn framløga av Ringanna Harra í Bókasøluni í SMS týsdagin tann 16.
desember kl. 10.
Nú kemur Ringanna Harri, besta bók, sum komin er út í 20. øld, eisini út
á føroyskum.
Henda bók er í veruleikanum eitt framhald av Hobbanum, sum John Ronald Reul Tolkien skrivaði í 1937. Ringanna Harri kom út í trimum bindum, tað fyrsta kom í1954 og hini bæði í 1955. Bókin fekk beinan vegin góð ummæli. Hon varð lisin um allan heim, og er týdd til nógv tungumál.
Tann sum hevur týtt bókina til føroyskt er Axel Tórgarð. Meðan hann var prestur í Kvívík kom ein dagin ein amerikumaður og bað hann lesa Hobban, og hann týddi hana beina vegin til føroyskt og las hana upp í útvarpinum. Í 1990 kom bókin út á føroyskum, men leingi himpraðist Axel fyri at fara undir ta avbjóðing at týða eina so stóra bók sum Ringanna Harra til føroyskt. 1500 blaðsíður er ikki sum at siga tað.
Men í fjør fór hann allíkavæl undir hetta verk, og hóast allar vansar hevur hann nú týtt tann fyrsta partin eins og allan annan part og tað mesta av triðja parti. Hetta hendir samstundis sum triði partur av filminum hevur frumsýning um allan heim, eisini í Havnar Bio.
Bókin er myndskrýdd av Tróndi Paturssyni, og hevur hann valt eina kápumynd sum bindur verkið saman við fornsøgum okkara. Hetta er ikki av tilvild, tí Tolkien var kønur í okkara gamla máli, og nógv av nøvnunum í bókini eru fornføroysk. Við at fáa bóokina út á føroyskum er hon tí í veruleikanum komin út á móðurmáli sínum!
Bókin er innbundin, 460 blaðsíður og kostar 350 kr.
Í sambandi við útgávuna verður eitt serligt jólatilboð, soleiðis at henda bókin bert kostar 300 kr og Hobbin 200 kr. Forlagið er Stiðin.