Risafongur til Fagraberg

Fagraberg fekk 6,7 milliónir krónur fyri tey 3.000 tonsini av svartkjafti, teir nú landa í Karmøy.

Fagraberg landar í løtuni við Pelagia Karmsund á Karmøy. Fongurin var 3.000 tons og teir fingu 6,7 milliónir krónur fyri fongin.

Úr Noregi verður sagt, at kappingin um fiskin er hørð og tí er prísurin góður. Sambært Kenneth Garvik sum arbeiðir á sildasøluni, er talan um met.

- Fongurin er met hvat virðinum viðvíkur, tá talan er um veiðu til mjøl- og oljuframleiðslu gjøgnum Sildasølu Noregs, sigur Kenneth Garvik við Fiskeribladet Fiskaren.

Pelagia Karmsund váttar, at tey hava goldið 2,79 krónur fyri kiloið fyri svartkjaftin, sum Fagraberg hevur fiskað vestan fyri Írland.

Fagraberg hevur gott orð á sær í Karmøy. Í apríl í fjør fingu teir 3.100 tons, sum teir eisini landaðu hjá Pelagia Karmsund. Í 2007 fingu teir eisini 3.100 tons tann eina túrin. Metið hevur tó danski báturin Gitte Henning, sum fekk 3.500 tons á einum túri í 2014.