Risastór oljudálking hóttir Nigeria

Stór øki í afrikanska landinum Nigera eru so illa dálkað av olju, at tað kann fara at taka eini 30 ár at beina alt burtur. Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum ST-umhvørvisstovnurin UNEP hevur gjørt. Kanningin hevur tikið 14 mánaðir, og innihaldið í niðurstøðuni er ræðandi.

Sagt verður, at dálking frá 50 ára oljuvinnu hevur dálkað landbúnaðin, fiskivinnuna, drekkivatnið og týðandi partar av vistfrøðini, og at higartil er sera lítið gjørt fyri at rudda eftir allar lekarnar, sum hava verið í økinum.

Eitt nú hava granskarar hjá UNEP staðfest, at í summum vatnbrunnum er benzen-innihaldið meiri enn 900 ferðir størri enn tað vanliga mestamarkið. Achim Steiner hjá UNEP sigur við fjølmiðlarnar, at oljuvinnan hevur havt ein týðandi leiklut í nigeriska búskapinum í meiri enn 50 ár, men at nógv fólk í Nigeria hava goldið ein høgan prís.

Bretska oljufelagið BP hevur átikið sær ábyrgd av dálkingini í Nigeria og skal eftir øllum at døma rinda stórt endurgjald.