Robert og Símun 100 ár

Í sambandi við at J. Símun Hansen og Robert Joensen í ár høvdu fylt hundrað, verður skipað fyri heiðursløtu í Skúlanum við Ósánna leygardagin 29. sept 2012 – kl. 14.00.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri bjóðar vælkomin og greiðir frá, hví býráðið hevur tikið stig til hetta tiltakið. Ingrið H. Dalsgaard, dóttir J. Símun Hansen greiðir frá um pápa sín – sama ger Magna Thomasen um pápa sín, Robert Joensen.
Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu greiðir frá um bókmentirnar hjá Robert og Símun og tann týdning, tær hava havt fyri sína samtíð og síðani.
Felagssangur, barnakór og 17 Sangarar eru eisini á skránni. Alex Sólstein og Jógvan við Keldu fara at greiða frá um J. Símun Hansen og Robert Joensen, hvussu teir minnast hesar menn sum sínar starvsfelagar – Robert fór í 1941 í starv sum skrivari hjá Klaksvíkar Kommunu, og var hann har til 1982. Símun var lærari í Klaksvík frá 1950 til 1978.
Eftir framløgurnar, verður boðið til ein kaffimunn, samstundis sum framsýningar við bókaverkum teirra verða at síggja og ljóð og filmsbrot verða at síggja í skúlastovunum uppat miðhøllini í Skúlanum við Ósánna.
Framsýningin stendur uppi í Skúlanum við Ósánna leygardagin 29. og sunnudagin 30. september. Vikuna eftir verður ein partur av hesi framsýning eisini at síggja á Klaksvíkar bókasavni.