Rógvi fór av vøllinum við skaða

Tað gjørdist eitt vánaligt føroyingakvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld

Tað gjørdist eitt vánaligt føroyingakvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Rógvi Baldvinsson mátti skaddur av vøllinum longu í 36. minutti, tá liðið hjá honum, Bryne var fyri stórtapi 0-6 móti Start Kristiansand á útivølli. Støðan var 1-0 til Start tá Rógvi mátti av vøllinum.

 

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu 1-2 fyri Ranheim á útivølli. Mjøndalen kom annars á sigurskós tá átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Brinder Singh legði Mjøndalen á odda 1-0. Bert seks minuttir seinni javnaði Ranheim, og tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði heimaliðið sigursmálið.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard, ið skoraði mál í 6-0 stórsigrinum hjá Sandnes ULF á Sogndal í vikuskiftinum slapp slettis ikki til orðanna í kvøld. Sandnes leikti javnleik 0-0 á heimavølli móti Skeid. Venjarin hjá Sandnes skifti fýra spælarar inn, men tíverri var Gullbrandur ikki millum teir, ið fingu spælitíð í kvøld.

 

Sandnes ULF er nummar trý í deildini við 36 stigum, eitt stig aftanfyri Ranheim, ið er næstfremst við 37 stigum. Brann Bergen er langt fremst við 51 stigum. Mjøndalen er nummar níggju við 27 stigum. Bryne er fjórðaftast við 16 stigum. Bryne hevur fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna.