Tað bleiv 64 ára gamli Hassan Rohani, ið vann forsetavalið í Iran. Hann verður av eygleiðarum sæddur sum tað mest nýskipanarhugaða av øllum forsetavalevnunum.
Hassan Rohani fekk 50,68 prosent av atkvøðunum, og tí verður ikki neyðugt við einum øðrum valumfari, sum tað hevði verið, um einki av valevnunum fekk minst 50 prosent av atkvøðunum.
Sambært iranska innanríkisráðharran, Mostafa Mohammad-Najjar, var valluttøkan 72,7 prosent, og meira enn 50 milliónir iranar høvdu rætt at greiða atkvøðu á forsetavalinum.