Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku móti Jónasi G. Djurhuus, Leivi Mortensen og liðfeløgunum í FIF.
HØJ vann greiðan 34-25 sigur. Í steðginum var HØJ á odda 14-9.
Rói skoraði fýra mál fyri HØJ í dag. Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við seks málum. Leivur skoraði tvey mál fyri FIF í dag.
HØJ er næstfremst í deildini við 20 stigum. Ringsted er oddalið við 21 stigum. FIF er næstaftast við 10 stigum.
HØJ og FIF fara nú í jóla og nýggjarsferiu. FIF spælir aftur 21. januar. Tá tekur FIF ímóti Otterup í einum sera týðandi botndysti. Dagin eftir spælir HØJ á útivølli móti Rækker Mølle.