Stjórnin í Turkalandi hevur tikið sín sendiharra í Fraklandi heim fyri at mótmæla, at franska tjóðartingið hevur gjørt av at taka undir við einum lógaruppskoti, sum sigur, at tað er ólógligt at avnokta, at turkar myrdu fleiri hundraðtúsund armenar undir fyrra heimsbardaga.
-Tahsin Burcuoglu, sendiharri, fer úr Fraklandi í morgin, og Recep Tayyip Erdogan, forsætisráðharri, fer at kunngera, hvørji onnur tiltøk Turkaland fer at seta í verk, sigur ein talsmaður fyri stjórnina í Ankara. Tíðindastovurnar skriva, at Turkaland hevur hótt við diplomatiskum og handilsligum tiltøkum, um franska tjóðartingið samtykkir lógaruppskotið.
Nógvir søgufrøðingar brúka orðið "fólkadráp" um turkiska hópdrápið, sum kostaði fleiri hundraðtúsund armenum lívið í 1915. Sjálvir siga turkar, at millum 300.000 og 500.000 armenar og líka nógvir turkar doyðu í ófriði, tá tað osmanniska ríkið datt sundur.