Rok og reytt í Vági

Eldur kom veruliga í fjúsi móti dystarenda í Vági. Seinasta korterið rak dómarin ikki færri enn fýra spælarar av vølli

Fótbóltur

Jóansøkan gjørdist minnilig fyri ársins útgávu av Formula-deildini, men í flestar mátar fyri júst skeivu orsøkirnar.
Fyri tað nógva var talan annars um eina kanska ikki so vælspælda men sera intensa botnuppgerð, tá B68 vitjaði hjá VB/Sumba. Og seinastu løtuna kókaði intensiteturin púrasta yvir. Ralph Van Dooren hjá B68 megnaði fyrst og fáa bæði gult og reytt kort eftir at hann var skiftur út. Og móti endanum av dystinum gjørdist heilt galið. Fyrst sá Dan Djurhuus reytt, tá hann langaði álboga í flatbróstið á toftamanni. Og í ruðuleikanum, sum fylgdi, fingu bæði Øssur Jacobsen og Suni úr Hørg reyða kortið, tá teir fóru at togast. Til rós fyri dómaran skal sigast, at øll kortini væl og virðiliga vóru upp á sítt pláss, og við at halda høvdinum púrasta kalt allan vegin, forðaði hann eisini fyri, at rokið ikki gjørdist enn størri, enn tað longu var.

Málrevurin hjá B68
Sjálvandi vóru tað reyðu kortini, sum vóru í fokus, tá tosað varð um dystin. Men undan øllum hesum hevði talan verið um ein hampuliga undirhaldandi dyst, ið eisini tænti sum upphiting til kappróðurin á stevnuni.
B68 hevði lotið undan fyri steðgin, og í løtum eydnaðist teimum eisini at leggja trýst á. Tað gav eisini úrslit, tá 17 minuttir vóru farnir. Marcyn Dawid fekk bara hálvbjargað, tá Kristian Anton Andreasen smekkaði til móti málinum, og so stóð Súni Fríði Barbá enn einaferð á rætta staðnum til røttu tíðina.

Risa-dropp
Eftir steðgin vóru tað vertirnir, sum stóðu fyri tí mesta. Teir søktu støðugt oman mótt B68-málinum, men fram til tað allar seinasta tóktist B68 standa ímóti. Ikki minst tí Tórður Thomsen stóð ein branddyst á málinum, har hann hevði einar tríggjar klassabjargingar, tá helst øll onnur uttan málverjin sjálvur mundu síggja bóltin í meskunum.
Nærum seks minuttir inn í yvirtíðina gekk tó galið hjá Tórði  heilt galið. Tá alt rokið við mongu reyðu kortunum loksins hevði lagt seg, tók VB/Sumba hornaspark. Bólturin varð í fyrstu atløgu sendir útfrá, og av síðulinjuni gúppaði Christian Solbjerg bóltin inn aftur í brotsteigin. Ivaleyst helt Tórður, at bólturin var á veg út til málspark, og hann mundi neyvan trúgva sínum egnu eygum, tá bólturin legði seg til rættis í málinum.
Ein keðiligur endi hjá málverjanum, sum eisini átti sín lut í, at B68 ikki tók stigini, tá teir seinast vitjaðu í Vági. Ta ferðina varð Tórður rikin av vølli fyri at nýta hendurnar uttan fyri brotsteigin, og hesa ferð setti stóra droppið altso punktum fyri einum annars framúr avriki.

Dýr leikbann
Hóast vágbingar sjálvsagt fegnaðust um útjavnandi málið, so skerst ikki burtur, at reyðu kortini til liðið komu illa við. Komandi vikuskiftið skal VB/Sumba á vitjan hjá ÍF, har enn eitt niðurflytingarbrak stendur á skránni, men tann dystin mugu teir so standa seg uttan teir báðar, sum hesa ferð fingu reytt kort.
Hjá B68 er talan eisini um leikbann til tveir spælarar, og tað man heldur ikki hóva Jóannes Jakobsen nakað serligt. At talan so samstundis verður um útidysti móti oddaliðnum í Formula-deildini ger neyvan uppgávuna meira hugagóða í so máta.