Seinastu tíðina hava myndugleikarnir havt stórar trupulleikar av, at olja javnt og samt er likin á sjógv í Eystaruvág í Havn.
Tey fingu skjótt illgruna til tangan í einum ávísum húsum, men enn er ikki endaliga staðfest um tað er hann, ið hevur likið.
Tað verður nú kannað, og í tí sambandi skal nakað av olju fyllast í hann, og so verður hann settur undir trýst at vita um tað lekur úr honum.
Men Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Havn, sigur, at tað eru nógv eldri hús, ið hava oljutangar, ið mugu metast at vera rættiligar umhvørvisbumbur.
Hann sigur, at fer hol á ein oljutanga, so at olja lekur úr honum, kann rokningin fyri upptakið verða rættiliga stór, tí tað dálkar, eisini hjá grannunum.
Endin kann vera, at eitt stórt stykki skal gravast upp, fyri at sleppa undan dálkingini og luktinum.
Tí heitir hann á fólk, sum hava gamlar tangar, um at ansa eftir, at tangin ikki lekur. Og har tangin er 20-25 ára gamal, er tað einasta rætta at skifta hann, sigur hann.
Hann sigur, at í býráðnum, hava tey sent øllum íbúgvunum í eldri býlingum í Havn, skriv, har mint verður á vandan við at hava ein gamlan oljutanga.
Í hesum sambandi sigur hann, at øll tey, sum búgva í raðhúsunum í Jóannes Paturssonargøtu, sum eru eldri hús, fingu slíka áheitan, og so vítt, Kartni Jacobsen veit, hevur tað hjálpt munandi, og at heilt nógvir tangar eru skiftir.
Hann sigur, at sjálvandi kann tað verða ein útreiðsla, serliga hjá pensjónistum. Men honum kunnugt, hava oljufeløgini eisini gjørt sítt til, at gera tað lættari at skifta ein gamlan oljutanga.
Tey, sum hava fasta gjaldsskipan við eitt oljufelag, hava nevniliga fingið tangan við lítlum, ella ongum, útgjaldi, men so er tað bara lagt afturat tí fasta gjaldinum, soleiðis at tangin verður goldin í smáum.
Annars heldur sløkkiliðsstjórin í Havn, at tað eigur at verða eitt lógarkrav, at ein tangi skal skiftast eftir eitt ávíst áramál, fyri at byrgja fyri, at hann fer at leka og dálkar rundan um seg.