Ron Kenoly og United Voices jólakonsert

19. desember verður jólakonsert við heimskenda gospelsangaranum Ron Kenoly og gospelkórinum United Voices í Kelduni í Skálafirði Mikukvøldið 19. desember klokkan 20.30 verður jólakonsert við heimskenda gospelsangaranum Ron Kenoly og gospelkórinum United Voices í Kelduni í Skálafirði.

Konsertin er komin í lag, nú United Voices hevur 10 ár á baki. Kórið varð stovnað í 1997, tá Andraé Crouch vitjaði og hevði konsert í fullari høll á Hálsi.

Gjamma hevur í langa tíð arbeitt við at fáa eitt altjóða navn henda vegin í sambandi við 10 ára dagin hjá United Voices. Nú hevur tað eydnast at fáa fatur á heimskenda sangaranum og sangskrivaranum Ron Kenoly. Hann kemur saman við 14 øðrum sangarum, dansarum og tónleikarum.

Ron Kenoly er serliga kendur frá sínum samstarvi við Koinonia og frá stóra arbeiðnum innan kristnan tónleik. Ron Kenoly hevur verið virkin í mong ár, og hann hevur selt milliónir av fløgum kring allan heimin.

Konsertin í Føroyum er partur av jólakonsertferðini í Europa hjá Ron Kenoly. Konsertin brýtur tó frá hinum konsertunum á ferðini við at Kenoly her syngur saman við einum lokalum kóri ? og við at framførdir verða bæði jólasangir og kendir Ron-Kenoly slagarar.

Einstakir sangir vera framførdir singback, og onkur sangur verður accapella, men undir flestu sangunum spæla føroyskir tónleikar ? bæði á rútmisk ljóðføri og blásarar.

Sigrið Rasmussen er kórleiðari hjá United Voices. Gunnar Guttesen er kapelmeistari og Eirikur Skála hevur ábyrgdina av blásarunum.

Gjamma hevur fyrr skipað fyri konsert í Kelduni. Í mai mánaði í fjør framførdi Rebecca St. James í Kelduni. Tey í Gjamma halda, at umstøðurnar í Kelduni eru góðar og at ljóðgóðskan er í topp.

Nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað. Bíleggjast kann longu nú við at senda teldupost til [email protected]. Kostnaðurin fyri vaksin er 275 krónur og fyri børn 3-13 ár 175 krónur. Meira er at lesa um konsertina á heimasíðuni hjá Gjamma: www.gjamma.com.