Ronaldo er nøgdur í Real

Heimsstjørnan ætlar sær at vera verandi í Real Madrid

Heimsins besti/næstbesti fótbóltsleikari, Cristiano Ronaldo, er ein maður, sum ongantíð sleppur undan miðlaumrøðu. Søgurnar um hann eru nógvar, men seinastu tíðina hevur tað gingið sum slatur í útlendskum miðlum, at Ronaldo ikki er glaður og nøgdur í Real Madrid. Orsøkin er, at Carlo Ancelotti, ið bleiv koyrdur úr venjarasessinum í kongafelagnum fyri nøkrum vikum síðani, og Ronaldo samstarvaðu sera væl, og tískil var Ronaldo alt annað enn nøgdur við, at Ancelotti misti starvið.

 

Men nú hevur Ronaldo av egnum vilja tosað við portugisiska miðilin, A Bola, har Ronaldo hevur eina inniliga áheitan til miðlarnar, ið skriva um hann.

 

- Eg vil inniliga heita á miðlarnar um at steðga at skriva falskar søgur um meg. Eg eri sera glaður í heimsins størsta felagi, Real Madrid, og eg ivist ikki í, at tað fer at ganga okkum væl komandi kappingarár. Mær dámar sera væl at vera í Real Madrid, sigur Cristiano Ronaldo við A Bola.

 

Sáttmálin hjá Real Madrid við Real Madrid er galdandi til 2018. So at siga hvørt summar ganga leysasøgur um, at Ronaldo vil aftur til sítt fyrrverandi felag, Manchester United, men nú skuldi ongin ivi verið um, at komandi kappingarár verður tað aftur í Real Madrid, at Ronaldo skal skora mál og enn einaferð kappast við Lionel Messi um at vera heimsins besti fótbóltsleikari.