Christiano Ronaldo hevur vunnið nógvar jaligar virðislønir, men nú hevur Ronaldo eisini vunnið ein ivasaman heiður. Ronaldo er nevnliga tann spælarin, sum 48% av Premier League fjepparanum hata mest. 69% av teimum, sum atkvøddu fyri Ronaldo, søgdu orsøkina verða, at Ronaldo er so glaður fyri seg sjálvan.
31% hildu ljótt spæl verða høvuðsorsøkina til sítt val. 28% hildu arrogansu verða orsøkina. 19% hildu filming verða orsøkina til sítt val.
Spælarnir sum Premier League fjepparnir hata mest eru annars hesir:
1 Cristiano Ronaldo, Manchester United
2 El-Hadji Diouf, Sunderland
3 Joey Barton, Newcastle United
4 Ashley Cole, Chelsea
5 Craig Bellamy, Manchester City
6 Didier Drogba, Chelsea
7 Gary Neville, Manchester United
8 Rio Ferdinand, Manchester United
9 Emmanuel Adebayor, Arsenal
10 Kevin Davies, Bolton Wanderers