Ronaldo er ávegis til Føroya

Nú eru minni enn tveir tímar til Cristiano Ronaldo og portugisiska landsliðið lenda vesturi í Vágum

Nú hendir tað, sum mangur føroyskur fótbóltsfjeppari man hava glett seg nógv til. Tá ið lutakast var til HM-undankappingarbólkin hjá Føroyum á sinni varð nógv gjørt burturúr, at Føroyar komu í bólk við Portugal, sum sambært nógvum hevur heimsins besta fótbóltsleikara á sínum liði, Cristiano Ronaldo. Áhugin fyri dystinum øktist eisini, tá ið tað rættiliga óvæntað eydnaðist Portugal at vinna EM í summar.

 

Og tað verður í dag, leygardagin 8. oktober, at Cristiano Ronaldo og portugisiska landsliðið á fyrsta sinni traðka á føroyska jørð. Flogfarið við portugisisku stjørnunum er ávegis úr Porto í løtuni, og sambært heimasíðuni hjá Atlantic Airways, so lendir flogfarið á flogvøllinum klokkan 19.

 

Helst kann væntast, at nógv fólk, serliga ungir dreingir, verða klárir at taka ímóti portugisiska landsliðnum, ið hevur stjørnur sum Cristiano Ronaldo, Pepe og Nani á liðnum.

 

Myndamenn hjá in.fo vera á staðnum, og tískil vera nógvar myndir at síggja á okkara heimasíðu í kvøld av Cristiano Ronaldo og hinum portugisunum. Nógv fer at verða gjørt burturúr teir komandi dagarnar av portugisku vitjanini á in.fo, í Sosialinum og á Rás2, tí at tað er ikki á hvørjum degi, at ein maður, sum er blivin kosin til heimsins besta fótbóltsleikara tríggjar ferðir, kemur til Føroyar.