Mong undraðust tá tað kom fram, at Cristiano Ronaldo hevði gjørt sáttmála við saudiarabiska felagið, Al-Nassr.
Tær undranarnar hella flest allar tann ítróttarliga vegin.
Fíggjarliga er tað tó alt annað enn løgið, at Cristiano Ronaldo hevur valt Al-Nassr framum eitt lið í Evropa.
Sambært amerikonsku sjónvarpstøðini, CBS fær Cristiano Ronaldo eina grunnløn um árið uppá tað sum svarar til 520 miljónir krónur í okkara peningi. Haraftrat koma inntøkur frá lýsingum, og peningur fyri góð avrik o.a.
Sambært CBS skal Ronaldo enntá hava fingið heimild í sáttmálanum til at sparka venjaran hjá Al-Nassr, um hesin sambært Ronaldo ikki ger eitt nøktandi arbeiði.
Í sáttmálanum gongur eisini fram, at Ronaldo skal vera ambassadørur fyri umsóknina hjá Saudiarabia at gerast vertsland fyri HM-endaspælinum í 2030.