Ronaldo heita móttøku

Brasilski álopsspælarin Ronaldo spældi um vikuskiftið fyri fyrstu ferð ímóti sínum gamla felagi, Inter, eftir at hann skifti til AC Milan.

Ronaldo fekk góða byrjan, spældi væl í fyrra hálvleiki og legði Milan á odda 1-0. Í seinna hálvleiki var tað tó oddaliðið í Seriu A, Inter, sum stóð fyri tí mesta, og Inter skoraði tey bæði málini, sum vórðu neyðug fyri at venda dystinum.