Ronaldo hevur risastórt søluvirði

Tað fer at kosta Manchester United 160 miljónir bretsk pund at keypa Christiano Ronaldo

Christiano Ronaldo er ein legenda í søguni hjá Manchester United, og nógv United-viðhaldsfólk hava droymt um at fáa Christiano Ronaldo heimaftur til Manchester United.

 

Les eisini: Ronaldo avvísir Manchester United

 

Men tað fer at krevja eina risaupphædd, tí Christiano Ronaldo hevur eitt søluvirði av dimensjónum. Sambært enska blaðnum "Daily Star" fer tað at krevja eina upphædd á 160 miljónir bretsk pund, svarandi til umleið 1,6 miljardir krónur í okkara peningi at keypa Ronaldo heimaftur.

 

Les eisini: Ónøgd og órógv í Real Madrid

 

Real Madrid skal sambært Daily Star hava 80 miljónir bretsk pund, og Ronaldo sjálvur skal so hava 80 miljónir bretsk pund deild yvir fýra ár. Daily Star rør uppundir, at um peningurin skal útvegast, so mugu Anderson og møguliga aðrir spælarar seljast. Daily Star skrivar eisini, at tað er sannlíkt, at Atletico Madrid og Manchester United gera ein býtishandil, har United býtir Juan Mata um við Joao Miranda hjá Atletico Madrid. 

 

Les eisini: Hattrick nummar 28 hjá Ronaldo