Ronaldo og Messi møtast sannlíkt í dysti 19. januar

Paris Saint Germain skal til Riaydh at spæla venjingardyst

Enn ein dystur millum størstu leikararnar í hesari øldini, Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.

 

Hesaferð verður tað ikki ein líka prestisjutungur dystur, sum við mong onnur høvi.

 

19. januar skal liðið hjá Messi, Paris Saint Germain spæla ein venjingardyst í Riaydh í Saudiarabia móti einum samansettum liði hjá nýggja felagnum hjá Ronaldo, Al Nassr og Al Hilal.

 

Lítil ivi er um, at Ronaldo verður partur av samansetta liðnum, so dysturin kann fáa nógva umrøðu og eksponering kring allan heimin.

 

Vera Neymar og Mbappé við á liðnum hjá PSG verður talan um ein sannan stórfund í Riaydh, hóast talan er um ein venjingardyst.