Rooney og aftur Rooney

Manchester United hevði nógvar møguleikar at leggja seg á odda, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at hol kom á. Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so var tað Wayne Rooney, ið legði heimaliðið á odda eftir upplegg frá Nani. Støðan helt sær líka til fimm minuttir vóru eftir, tá Dimitar Berbatov fann Wayne Rooney, sum enn eina ferð skoraði. Rooney spældi í álopinum saman við Dimitar Berbatov. Berbatov hevði fleiri møguleikar at skorsa, men ikki fyrr enn í seinasta minuttinum av dystinum eydnaðist tað honum at skora. Manchester United liggur nú fremst við 66 stigum, tað eru tvey fleiri enn Chelsea og Arsenal. Chelsea hevur spælt ein dyst færri.

Í hinum dystinum í Premier League í dag, fekk Sunderland vitjan av Manchester City. Sunderland kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Kenwyne Jones. Í seinna hálvleiki trýsti Manchester City, men málmaðurin hjá Sunderland, Craig Gordon, bjargaði fleiri ferðir meistarliga. Men í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð helt skansin ikki longur. Innskifti Adam Johnson, ið Manchester City keypti í januar frá Middlesbrough, javnaði við einum frálíkum skoti. Manchester City liggur nú nummar fimm, tvey stig aftanfyri Tottenham á fjórða plássi, sum hevur spælt ein dyst fleiri.