Royna at bjarga Maru samtakinum

Stjórin í Maru Seafood sigur, at samtakið hevur samband við møguligar íleggjarar, men vónirnar eru ikki serliga góðar at bjarga samtakinum, sum hevur 300 fólk til arbeiðis Arbeiðsfólkið á Kósavirkinum í Klaksvík hevði fyribils sín seinasta arbeiðsdag í dag, Norðís á Eiði gevst við sínum virksemi mánadagin, og seks trolarar eru longu seldir á tvang hesa vikuna.

Tað er støðan hjá Maru Seafood samtakinum, sum hevur stórt virksemi í føroysku fiskivinnuni. Umleið 300 fólk arbeiða hjá samtakinum.

- Samtakið hevur havt hall í fleiri ár, og tað er serliga orsaka av rakstrinum av partrolarunum. Tað hevur havt við sær, at trolararnir eru farnir á tvang, sigur Johan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, við Rás2.

Harvið hava virkini mist stóran part av rávørugrundarlagnum og hava ongan fisk at virka.

- Vit arbeiða í løtuni við at endurreisa samtakið. Vit mugu hava nýggjan kapital í felagið, og vit hava tosað við ein bólk av møguligum íleggjarum. Umráðandi er eisini at fáa keypt skipini aftur, sigur Johan Páll Joensen.

Í løtuni er rættiliga óvist, um tað fer at eydnast at endurreisa Maru Seafood.