Royna seg í filmskapping

Næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík taka eitt tak fyri umhvørvi við tveimum stuttfilmum. sum tey hava gjørt til norðurlendska filmskapping Í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn, er ein norðurlendsk stuttfilmskapping fyri ungfólk í aldrinum 15 til 19 ár.

Tveir bólkar við næmingum av Tekniska skúla í Klaksvík hava gjørt filmar til hesa kappingina, og í dag vórðu hesir filmar frumsýndur í hølum hjá Eik í Klaksvík.

Fýra næmingar vóru í hvørjum bólki.

Filmin The Painting, høvdu Lilja Thorsteinsson, Ári Samson, Henning Petersen og Vagnur Thomsen gjørt. Og filmin The Burden høvdu Jákup Klein, Jóannes Martin Jacobsen, Sámal Jákup Jacobsen og Herman Mørkøre gjørt.

Allir filmarnir, sum eru við í kappingini, verða lagdir á heimasíðuna reclimate.net, og frá mánadegnum ber til at atkvøða fyri filmunum.

Teir fimm filmarnir, sum fáa flestar atkvøður, sleppa í finaluna, har ein dómsnevnd so skal velja besta filmin, ið verður sýndur á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn.