Um vikuskiftið fór ein ein maður inn í ein hjall í Havn, sum hann einki átti í. Men hann varð tikin á staðnum og nú er hann skuldsettur fyri at innbrot og fyri at hava roynt at stjala úr hjallinum.
Løgreglan sigur, at seinastu tíðina hava tey fingið nakrar fráboðanir um innbrot ú hjallar og nú verður kannað um hesin sami maðurin hevur tilknýti til fleiri slík innbrot.
Løgreglan sigur, at brotið er ikki inn eftir kjøti, heldur er tað rúsdrekka, sum tjóvarnir hava verið eftir, og sum er stolið úr hjallunum.