Í sambandi við at framsýningin Blaðtekning og fólkaræði lat upp í Norðurlandahúsinum leygardagin varð eisini latin ein virðisløn ársins kjakvirðisløn. Tað er Miðlahúsið, sum hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða og stóra íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum.
Tað eru Miðlahúsið og Føroya Banki, sum lata hesa virðisløn, ið er uppá 25.000 kr. Og hesa fyrstu ferðina hon verður latin varð gjørt av at lata hana fara til Óla Petersen, blaðteknara.
Tað var Bjarni Djurholm, varaløgmaður, sum handaði blaðteknaranum virðislønina, eftir at framsýningin við blaðtekningum varð sett í Norðurlandahúsinum leygardagin.
Grundgevingin fyri at lata Óla Petersen Ársins kjakvirðisløn 2006 er soljóðandi:
Óli Petersen fær ársins kjakvirðisløn fyri listarliga virksemi sítt sum teknari, har hann støðugt hevur megnað at seta fokus á evni og samfelagsviðurskifti, ið hava týdning fyri fólkaræðið. Við blaðtekningum sínum og teimum viðmerkingum, sum ofta fylgja tekningunum, megnar Óli Petersen á listarligan og sera beinraknan hátt at lýsa mangt, ið torført er at siga í skrivt og talu. Á henda hátt hevur Óli Petersen ígjøgnum eitt heilt lív á ein framúr skemtiligan hátt givið sítt góða íkast til eitt samfelagsorðaskifti, sum er grundleggjandi fortreyt fyri einum nútímans fólkaræði.