Ársins sandoyingur er skúvoyingur

Tummas Frank Joensen í Skúvoy fekk fyri løtu síðan handaða steinplátu og blómur, tí atkvøðugreiðslan á heimasíðuni hjá Sandportal valdi hann til ársins sandoying Sandportal fekk hugskotið at velja ársins sandoying, og á heimasíðuni var ein atkvøðugreiðsla millum nøkur meira ella minni kend fólk.

Skúvoyingurin Tummas Frank Joensen fekk nógv flestar atkvøður, og nú fyrrapartin vóru Terji Dalsgaard, sum eigur Sandportal, Tummas Frank og konan Elisabeth í Havn, har tingmaðurin Gerhard Lognberg handaði steinplátu og blómur til ársins sandoying.