Úrslitini í Champions League í kvøld: Stórfeløg mistu stig

Manchester United, Real Madrid og Bayern Munchen fingu ikki úrslitini, ið tey vildu hava,

Hvørki Manchester United, Bayern München ella Real Madrid vunnu væntaðu sigrarnar í kvøld í Champions League.

 

Manchester United gjørdi einki fyri at lyfta seg úr kreppuni, tá ið einki vildi eydnast móti Valencia, ið við meira hepni, kundi gjørt støðuna enn verri fyri enska stórfelagið. Dysturin endaði 0-0

 

Bayern München komu sum ætlað tíðliga á odda á heimavølli móti Ajax, men niðurlendingarnir stríddu seg aftur og fingu 1-1 við sær til Amsterdam.

 

Meistararnir seinastu trý árini, Real Madrid, taptu í Moskva móti CSKA. Hvørki Gareth Bale ella Sergio Ramos var við á Real Madrid liðnum, og tað sást at liðið vantaði fólk, ið dugdi at fáa bóltin í netið.

 

 

Les eisini: Manchester United kom ikki úr kreppuni móti Valencia

Les eisini: Real Madrid tapti í Moskva

Les eisini: Manchester City vann at enda

Les eisini: Dybala og Juventus saknaðu ikki Ronaldo

 

Úrslitini frá kvøldsins Champions League dystum:

 

 

Hoffenheim 1-2 Manchester City

Juventus 3-0 Young Boys

AEK 2-3 Benfica

Bayern 1-1 Ajax

Lyon 2-2 Shaktar Donetsk

Roma 5-0 Plzen

CSKA Moskva 1-0 Real Madrid

Man. United 0-0 Valencia