Klaksvík: Seinnapartin í gjár var ein fittur skari av vaksnum fólki at síggja niðri á Hellisenda við Borðoyavík.
Við nærri kanning vísti tað seg, at hetta vóru fólk úr umsitingini í Klaksvíkar kommunu. Við borgarstjóranum sjálvum, umhvørvisleiðaranum og øllum hinum var endamálið at rudda sandin á hesum vakra staðnum.
Tey ruddaðu eisini á sama staði í fjør, og kundu í ár staðfesta, at átakið í fjør hevði gjørt mun: Tað var væl minni av ruski á sandinum í gjár.
- Okkara ynski er, at hetta skal vera eitt signal til hinar borgararnar um vit øll eiga at hugsa meiri um umhvørvið í okkara býi.
- Vit hava ein vakran bý, og tað bæði ynskja vit og kunnu vit framvegis hava, um hvør tekur upp eftir seg sjálvan, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Seinni í hesum mánaðinum sleppur øll Klaksvíkin at rudda, tá almenn umhvørvisvika verður á skránni.
Útum eina løtu
Klaksvíkar kommuna skipaði á fyrsta sinni fyri slíkum ruddingardegi í fjør. Hetta royndist helst so mikið væl, at avgjørt varð at endurtaka tiltakið aftur í ár.
Í middegi hósdagin varð umsitingin í býráðnum í roynd og veru stongd, tí nú skuldu øll fólkini út at rudda – hesaferð í Borðoyarvík.
- Vit sita jú inni so at siga allan dagin, og tí er ikki so galið at fara útum eina løtu, sigur borgarstjórin við einum brosi.
Herfyri fekk kommunan ein nýggjan umhvørvisleiðara – Tórhild Bjarkhamar – og tað er hon sum stendur fyri tí stóra átakinum, sum fer at sermerkja næststørsta bý okkara henda komandi mánaðin.
Nú hetta átakið verður skotið í gongd, varð hildið rættast at fólkini í umsitingini gingu á odda og ruddaðu líkasum slóð fyri øllum hinum.
Fylti posan
Eitt av aðalmálunum hjá kommununi hevur verið at hava býin so vakran og ruddiligan sum gjørligt.
Út frá slagorðinum omanfyri hevur verið roynt at gera sítt til, at býurin kundi liva upp til hetta endamálið.
Men Klaksvík er annað enn býurin og bygdirnar í kommununi. Borðoyarvík er eisini ein partur av honum, og tað vísir seg, at her er nóg mikið av upptaki, millum annað plastikki og nógvum rekaviði.
- Ja, eg veit ikki. Eg eri beint nú komin, og tað tók mær bert eina lítla løtu at fylla tann fyrsta skrelliposan við ruski, sigur Steinbjørn.
Hann leggur tó dent á, at henda uppgávan er ikki bert ætlað fólkunum í umsitingini. Her má hvør einstakur klaksvíkingur taka lut.
- Vit mugu gera hetta saman, og vit í umsitingini vilja fegin ganga á odda, slær borgarstjórin fast.
Pappír sløðist
Millum ælini seinnapartin í gjár ruddaðu tey uttandura. Men sum ein part av átakinum skuldu tey eisini rudda innandura – á skrivstovunum hjá teimum sjálvum.
- Vit hava verið sera effektiv í dag, og eg ivist onga løtu í, at tá vit fara at rudda inni hjá okkum sjálvum, verða vit minst líka so effektiv.
- Sjálvandi eru fólk ymisk og rudda meiri og minni eftir sær. Men tað er sjálvandi altíð nógv pappír og annað sum sløðist á eini skrivstovu sum okkara. Hetta ynskja nú vit at fáa á sítt rætta pláss, sigur Steinbjørn, og leggur aftrat:
- Á henda hátt vóna vit at skrivstovan og býráðshúsið verða ein fyrimynd fyri onnur!
Og tað kundi meiri enn so hent, at tey komu fram á okkurt gott uppskot til frama fyri Klaksvíkina, og sum í síni tíð varð lagt í niðastu skuffuna!