Erland Danielsen, Bogi Gregersen, Jonhard Fredriksberg, Poul N. Poulsen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen og nú Alin Balutoiu og Veleriu Mielea. Frágongdin á Skála hevur verið stór, síðan tað gjørdist greitt, at felagið í 2009 skal spæla millum teir næstbestu í føroyskum fótbólti.
Alin Balutoiu og Veleriu Miela gjørdi báðir avtalu við skálamenn undan farna kappingarári, men tað var ikki nóg mikið til at varðveita sætið í bestu deildini. Teir hava nú báðir gjørt avtalu við rumenska felagið Petrom Chimia Craiova, og verða tískil ikki at síggja í Føroyum í 2009.