Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki. Næmingar og lærarar hava kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og at venja sangleikin í fleiri vikur.
Tey fara at framføra vælkenda ævintýri Vakurleikin og Beistið, sum Disney gjørdi til teknifilm í 1991.
Sjónleikurin rakar ein breiðan málbólk og er egnaður til alla familjuna. Næmingarnir gleða seg at síggja áskoðararnar.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo