Rundkoyring á Argjahamri

Tórshavnar Býráð hevur samtykt, at rund­koyr­ing­in við nýggja skúlan á Argjahamri skal ger­ast liðug, áðrenn farið verður í skúlan

Á seinasta býráðsfundi játt­aði býráðið 2,5 milliónir krón­ur til endamálið.
Avrátt er, at vegaatkoman til skúlan skal verða úr rund­koyr­ing­ini. Peningurin, sum nú er játt­að­ur, er av játtanini til skúl­a­bygg­ingina, sum nú nærk­ast endanum, sigur Jógv­an Arge formaður í ment­a­mál­a­nevndini.
Skúlin verður latin komm­ununi í vár og í summar, og skúl­a­gongdin byrjar eftir summ­ar­frítíðina. Tað er bygg­i­fel­agið Articon, sum stend­ur fyri at byggja Skúlan á Argja­hamri. Farið varð undir arbeiðið á sumri 2009, og tað hevur gingið væl.
Býráðið hevur játtað góðar 500.000 krónur til nýggjar start­skamlar í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan nýggja út­gerðin hevur eisini í sær fyrsta floks útbúnað til tíð­tøku, tá svimjikappingar eru.
Hetta kemur væl við hjá Havnar Svimjifelag og teim­um, sum annars luttaka í svimj­i­kappingum í 25 metra hyli­num í Svimjihøllini í Gund­a­dali, sigur Jógvan Arge.
Býráðið hevur eisini játtað eina góða millión krónur til um­væl­ing og dagføringar í lon 2 á Venjingarskúlanum. Tá arbeiðið er liðugt, eru høl­ini til alis- og evnafrøði dag­førd. Har verður eisini eitt nýtt høli til fyrilestrar.
Føroya Læraraskúli og Venj­ing­ar­skúlin eru ein sam­ogn. Felagsútreiðslurnar verða býttar millum Lær­ar­a­s­kúl­an og Venjingarskúlan í lut­fallinum 60/40.
Kommunurnar partur av umvælingini, sum nú verð­ur gjørd, er 40 prosent. Ar­beiðið verður mett til 2,6 mió kr. Parturin hjá Tórs­havnar kommunu er 1.034.000 pluss 64.000 krónur í mvg, sigur formaðurin í ment­a­mál­a­nevnd­ini Jógvan Arge.