Føroyingar hava í fjør keypt rúsdrekka sum onganntíð áður. Í 2020 seldi rúsan fyri 145,7 milliónir krónur. Framleiðslukostnaðurin hjá Rúsuni var góðar 103 milliónir krónur. Tað gevur ein bruttovinning upp á 42,5 milliónir krónur.
Starvsfólkakostnaðurin 15,6 milliónir krónur. Úrslitið hjá Rúsdrekkasølu Landsins fyri skatt var 16,5 milliónir krónur.
Eginognin hjá Rúsdrekkasølu Landsins er 4,5 milliónir krónur.
Vinningsbýtið til eigaran, Føroya Landsstýri, var í fjør eins og seinastu 13 árini 16.048.000 krónur. Tilsamans hevur Føroya Landsstýri fingið 252 milliónir í vinningsbýti seinastu 17 árini, sum roknskapirnir síggjast í roknskaparskipanini hjá Vinnuvitan.biz.