Rúsdrekka í arbeiðstíðini

Frelsunarherurin eftirlýsir greiðari reglur frá fyritøkum, um nýtslu av rúsdrekka í arbeiðstíðini.

Frelsunarherurin fer mentanarnáttina at varpa ljós á og vísa samhuga við teimum, ið líða undir avleiðingunum av rúsmisnýtslu. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýtsluna av rúsdrekka í arbeiðstíðini. Frelsunarherurin eftirlýsir greiðari reglur á økinum.

Ein norsk kanning vísir, at seinasta árið hava trý av fýra starvsfólkum uppliva eina støðu við rúsrelateraðum trupulleikum í arbeiðslívinum. 

- Tað eru flestu fyritøkur, ið kenna til trupulleikar við rúsaðum starvsfólki.  Kanningar vísa, at tað verður drukkið nógv í arbeiðshøpi.  Og í dagsins samfelag síggja vit ofta, at markið millum arbeiðslív og frítíð ikki altíð er so greitt.  Tí er ynskiligt at fyritøkur hava greiðar reglur á økinum, hetta fyri at fólk skulu kenna seg trygg, skrivar Frelsunarherurin.

- Vit vænta ikki at fólk skulu vera heilt fráhaldandi. Málið er at fáa fólk, ið velja at rúsa seg, at vísa atlit, og vit heita á fólk um at steðga á eina løtu og hugsa um tey, ið líða undir avleiðingum av egnari misnýtslu ella misnýtsluni hjá øðrum, skrivar Frelsunarherurin í tíðindaskrivi.

Kanningar vísa eisini at fyritøkur, ið hava ein rúspolitik, megna at lofta trupulleikum tíðliga og harvið fyribyrja og steðga misnýtslu.

Rúsfríur dagur verður hildin á mentanarnáttini, við at tað verða serveraðir rúsfríur drykkir í einum bási á gongugøtuni.  Gjørdur er eisini ein faldari, ið skal gera fólk varug við avleiðingar av rúsi og fáa fólk at broyta hugburð til rús.