Russar hava lopið á Odessa við dronum

Álopið rakti tvey háhús, har íbúðir fingu skaðar, og eldur kom í. Sagt verður, at havnarlagið í Odessa eisini varð álopið í nátt

Tvey fólk fingu løstir, tá russar í nátt lupu á ukrainska svartahavsbýin Odessa við dronum.

 

Sambært guvernørinum í økinum, Oleh Kiper, sum Reuters endurgevur, rakti álopið tvey háhús, har íbúðir fingu skaðar, og eldur kom í.

 

Á havnarøkinum í býnum eru eisini skaðar, men higartil er lítið frætt um, hvussu umfatandi skaðarnir eru av russiska álopinum.

 

Fjórðu ferð í eina viku hava ukrainar lopið á ein havnarterminal í russiska býnum, Tuapse, vita tíðindastovurnar at siga í morgun.

 

Lesið eisini: Putin stúrir fyri eyðmýking

 

https://in.fo/news-detail/putin-sturir-fyri-dronu-eydmyking-i-moskva

 

##med2##

 

Oleh Kiper, guvernørur