Ein uppgerð hjá AFP-tíðindastovuni vísir, at russar í apríl sendu metnógvar álopsdronur eftir málum í Ukraina.
Sambært tíðindastovuni var samlaða talið 6583, sum var tey prosent fleiri enn í mars.
Tað er ukrainska loftverjan, sum er kelda til tølini, men tað er AFP, sum ger samanteljingina.
Sambært tølum hjá AFP skeyt ukrainska loftverjan 88 prosent av russisku dronunum, sum komu yvir Ukraina, niður.
Í nátt lupu russar á ukrainska havnarbýin, Odessa, við dronum.
Men, ukrainska verjan hevur eisini framt fleiri dronuálop móti málum í Russlandi seinastu tíðina.
Lesið eisini: Putin stúrir fyri eyðmýking -
https://in.fo/news-detail/putin-sturir-fyri-dronu-eydmyking-i-moskva










