Eitt russiskt tangaskip, sum fronsku myndugleikarnir tóku í vikuni, sleppur nú at sigla aftur.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga.
Myndugleikarnir í Fraklandi høvdu illgruna um, at skipið hevði nakað við ólógligu dronuflúgingarnar í Danmark at gera.
Talan var um hendingarnar, tá fleiri dronur órógvaðu danskar flogvallir, og hetta skapti trupulleikar í flogferðsluni.
Russland hevur sagt, at landið hevur einki við hendingarnar at gera, og tað hevði russiska tangaskipið heldur ikki.