Russiskur larmur á Skálafjørðinum

Fólk á Strondum kæra seg um, at russisk skip, sum liggja á Runavík, larma ov illa Tað er ikki so langt síðani, at fólk á Signabø kærdu seg um larmin frá rusiskum skipum, sum komu á Kollafjørð, og nú hendir tað sama við Skálafjørðin.

Fólk á Strondum siga við Dimmalætting, at russisk skip, sum liggja á Runavík, larma illa. Eitt er, at tey larma um dagin, men verri er, at fleiri fólk fáa ikki sovið um næturnar, tí tey russisku skipini órógva eisini svøvnfriðin hjá strandingum.

Havnarmeistarin í Runavík, Jón Rosenblad, sigur við blaðið, at er larmurin frá teimum russisku skipunum ein trupulleiki, verður málið tikið upp.