Havnar Fimleikafelag fær í næstum vitjan av russisku Polina Notchevnova, sum skal venja kappingarfimleikarar innan estetiskan fimleik
Hetta skrivar felagið á heimasíðu sínari. Sagt verður, at eftir at felagið saman við Ljósinum og Støkk tók lut á World Wide fimleikakappingini innan estetiskan fimleik, í Greve í maj 2005 var eingin ivi um, at hetta var leiðin felagið vildi fara framyvir.
Polina er kend innan estetiskan fimleik. Hon er 30 ára gomul og hevur síðan hon var smágenta íðkað rútmiskan fimleik í Russlandi.
Hon hevur verið við til at vunnið nógv meistaraheitir í Russlandi og er í dag dómari til tær altjóðu estetisku kappingarnar. Eisini hevur hon verið venjari innan rútmiska fimleikin i Russlandi.
Polina hevur verið við til at fáa tann estetiska fimleikin til Russlands og er í dag formaður í Russiska sambandinum í estetiskum fimleiki. Saman við Lilia Morozova hevur hon skrivað eina bók um grundvenjing innan estetiskan fimleik.
Polina fer at hava skeið í Føroyum í døgunum 12. sept. - 18. sept., har stórkappingar-, rútmisku venjararnar og stórkappingarfimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag verða við til skeiðið.
Polina Notchevnova kemur til Føroyar við flogfari, mánadagin 12. sept. áleið kl. 9.40 føroyska tíð.