Russland er orsøkin til alheims matkreppu

Bretska fregnartænastan sigur, at samstundis, sum Russland heldur fram við at órógva ukrainskan landbúnað, heldur matkreppan fram í heiminum.

Slanguoyggin í Svartahavnum. Fylgissveinamyndina eigur Maxar.

Eftir at russiski herurin tók seg aftur av Slanguoynni í Svartahavinum, hava russisku myndugleikarnir sagt, at nú liggur bólturin á hálvuni hjá Ukraina.

 

Í hesum liggur, at nú eru trupulleikarnir hjá Ukraina at útflyta korn loystir. Men, soleiðis er ikki, sigur hernaðarliga fregnartænastan Bretlandi.

 

Fregnartænastan sigur, at hetta uppáhald hjá russiskum myndugleikum er ikki rætt.

 

- Í veruleikanum er tað órógvið, sum Russland skapar, ið ger, at ukrainski landbúnaðarin ikki fær arbeitt.

 

Bretska fregnartænastan sigur, at samstundis, sum Russland heldur fram við at órógva ukrainskan landbúnað, heldur altjóða matkreppan fram.

 

 

 

Slanguoyggin í Svartahavnum. Fylgissveinamyndina eigur Maxar.