Russland hóttir nú við móttiltøkum, um Grønland verður "millitariserað".
Uttanríkisráðharrin í Russlandi, Sergej Lavrov, sigur, at Russland kann fremja hernaðarlig átøk, um vesturheimurin økir um sína hernaðarligu hjáveru í Grønlandi.
- Verður Grønland millitariserað og hernaðarligir kapasitetir verða vendir móti Russlandi, fara vit at seta neyðug móttiltøk í verk.
Hetta segði Sergej Lavrov í russiska tjóðartinginum í dag, og tað er www.tv2.no sum endurgevur.










