Russland og Iran í tøttum samstarvi

- Russland er til reiðar at styrkja samstarvið við Iran á øllum økjum, siga tey í Kreml í dag

Russland vil styrkja samstarvið við Iran.

 

- Vit eru til reiðar at styrkja samstarvið við Iran á øllum økjum.

 

Tað siga tey í Kreml í dag.

 

Stjórnin í Moskva hevur tøtt sambond við myndugleikarnar í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

 

- Tá USA og Ísrael fyrr í ár lupu á kjarnorkuskipanir í Iran, førdømdi Russland álopini, veit NRK at siga í dag.

 

Síðan Russland leyp á Ukraina fyri hálvum fjórða ári síðan, hevur Iran verið dyggur veitari av dronum til Russlands.