Ruth Smith Fagnaður í hæddini

Í dag var eitt av størru tiltøkunum í samband við stóra Ruth Smith Fagnaðin, sum er í Vági í hesum døgum – frá 1. til 6. apríl, í samband við at Ruth Smith hevði fylt 100 ár 5. apríl.

Mong tiltøk eru hesar dagarnar, og í dag var fyrilestur og konsert í hølunum hjá Musikkskúlanum á Vágsvegi.

Framsýning hongur uppi við verkum hjá skyldkonu Ruth, Hansinu Iversen. Jóannes Nolsøe beyð vegna listafelagið Skálan við Skálá vælkomin.

Kinna Poulsen, listfrøðingur, greiddi í fyrilestri frá listini hjá Ruth Smith og Hansinu Iversen og tók eitt sindur samanum listasøguliga.

Ólavur Jacobsen, klassiskur guitarleikari, framførdi verk, ið Kári Bæk, tónaskald, hevði skrivað honum. Verkið er skrivað við íblástri frá málningum eftir Torbirni Olsen, Frimod Joensen, Ingálvi av Reyni og S. J. Mikines. Ólavur greiddi frá verkinum og helt millum annað vera merkisvert, at júst tá hann vandi hetta verkið fyri tveimum árum síðani, tí hann tá spældi tað inn á fløgu sína, tá var han í venjingarlegu í hølum Musikkskúlans í Vági, um enn bert í niðaru hæddini í húsunum. Og á sama hátt sum í morgun, so bakaði sólin inn gjøgnum vindeyguni, júst sum hesa løtuna í morgun, tá hann framførdi verkið.

Ruth Smith Fagnaðurin heldur fram til og við 6. apríl.