Mark Rutte, aðalskrivari í Nato, vísir aftur, at USA er á veg burtur frá Nato og Evropa. Mynd: Yves Herman/Reuters.

Rutte: USA vendir ikki Nato baki

USA er ikki á veg burtur frá Evropa, hóast landið hevur avgjørt at minka um sínar hernaðarligu skyldur í Nato

Mark Rutte, aðalskrivari í Nato, vísir aftur, at USA er á veg burtur frá Nato og Evropa. Mynd: Yves Herman/Reuters.

Tað segði aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, undan fundi við verjumálaráðharrunum í verjusamgonguni mikudagin.

– Hetta er av summum lýst sum um, at USA vendir sínum sameindu baki. Men soleiðis er ikki, segði Rutte.

USA boðaði í síðsta mánaði frá, at landið fer at minka um tær hernaðarligu førleikarnar, sum eru settir av til Nato í kreppustøðum. Sambært Rutte fara evropeisku Nato-londini í staðin at lata fleiri herdeildir til samgonguna.

 

Mark Rutte, aðalskrivari í Nato, vísir aftur, at USA er á veg burtur frá Nato og Evropa. Mynd: Yves Herman/Reuters.