Hans J. Hermansen
Henda søgan, ið sigst føra okkum fram móti einum sjálvberandi búskapi, byrjar í bóklinginum: Frá heimastýri til fullveldi. Hesin bóklingur varð borin hvørjum húski í Føroyum í 2000. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sótu tá í samgongu, og tey trý, Anfinnur Kallsberg, Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø, hava sett síni nøvn á síðu 5 fyri nevndu flokkar.
Á aftastu síðu, seinasta brotið, stendur soleiðis (endurgeving): ‘Yvirskotið hjá tí almenna hevur nú í nógv ár verið ógvuliga stórt. Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd.
Hetta er orsøkin til, at búskaparfrøðingar siga, at løtan er lagalig til at fara undir at byggja upp ein sjálvberandi búskap’ (endurgeving liðug).
Í 2001 verður semja gjørd millum Landsstýrið og donsku stjórnina um, at ríkisveitingin í 2002 verður sett til 615,5 milliónir krónur. Hetta er ein niðurskurður frá árinum fyri við 366,4 milliónum í sambandi við, at vit yvirtaka skúlaverkið og almenna forsorg. Samstundis verður blokkurin fastlæstur tey næstu 5 árini, meðan hann varð prístalsviðgjørdur frammanundan.
Mannagongdin, tá ið blokkurin verður fastfrystur, er síðan, at hvørt ár í desembur mánaði undirskrivar okkara fíggjarmálaráðharri eina avtalu, sum sigur, at blokkurin skal ikki dýrtíðarviðgerast, við øðrum orðum: Hann skal lækkast við dýrtíðarviðbótini. Eins, zwei, drei, keine Hexerei, nur Behändigkeit.
Í Sosialinum 30. juni í ár sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at tað ’er at bíta høvdið av allari skomm’ (um vit fara at biðja um at ‘hækka’ blokkin, hjh).
Hvør eigur skommina, um nøkur skomm er? Er tað ikki tit, ið manna løgting og landsstýri? Tit settu sjálvstýraran til fyri 9 árum síðan, og tit vilja ikki broyta kós, tí tað er skomm! Ella duga tit ikki? Ella fáa tit tykkum ikki til tað? Tí tað er skomm?
Í skjótt 9 ár hava vit siglt fram móti einum sjálvberandi búskapi, vit sigla enn við fullari ferð, og kósin er hin sama. Og tað er skomm at broyta kós?
Ein stórur partur av Føroya fólki biðjur ikki um at hækka blokkin, vit biðja bara um, at tit, ið manna løgting og landsstýri, ikki lækka hann aftur í ár. Um hann ikki varð lækkaður øll hesi árini, hevði nógvur peningur staðið í grunni til verri tíðir, sambært bóklinginum nevndur omanfyri.
Ríkisveitingin hevði í ár verið 1,4 milliard, einans 0,1 % - ein promilla – av donsku fíggjarlógini, sambært Høgna Hoydal á heimasíðu Tjóðveldis 04.12.2008.
So, fíggjarmálaráðharri, er munur á skommini, um vit taka tað, vit hava rætt til ella bara ein part av tí? Um tað er skomm at taka móti øllum blokkinum, er tað so ikki eisini skomm at taka móti parti av honum? Tí eiga vit antin at taka móti øllum blokkinum ella ongum, ikki einum tílíkum heimasmíðaðum kripli, sum hann er gjørdur til. Og tað er eingin orsøk til at fara at samráðast um at skerja hann eina ferð afturat, sum fíggjarstøðan er í løtuni.
Vísar kvinnur og vísir menn hava sagt mangt gott gjøgnum tíðirnar. Vit áttu at lurtað oftari eftir teimum og latið vit og skil rátt. M.a. verður sagt, at “tann, ið sigrar á sær sjálvum, vinnur størsta sigurin” (Kung-Fu-Tse, Buddha og onnur). Vit kenna eisini søguna um tær sjey feitu kýrnar, men tað er eftir øllum at døma ikki góður politikkur í dag.
Lat tað at enda vera sagt, at blokkurin bjargar okkum neyvan. Vit noyðast at finna nýggjar inntøkukeldur og skapa nýggjar vinnumøguleikar, um vit skulu fá ein sjálvberandi búskap, men eg ivist í, um hann verður sjálvberandi einans við at skerja inntøkur landsins. Men álitið og trúvirðið á okkara fólkavaldu eru illa trevsað av tílíkum politiskum avgerðum.
Áhugavert hevði verið at frætt, hvat búskaparfrøðingarnir siga um støðuna nú?
E.S.: Hans Pauli, taki hattin av fyri tær, bæði tað tú hevur framt sum landsstýrismaður og fyri avgerðina um at fara frá.