Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, er alt um 13. umfar í landskappingini í fótbólti. B36 vann so stórt sum ongantíð fyrr í Klaksvík, tá teir í gjár vunnu 5-1 á KÍ. Tað var í løtum dreymafótbóltur við Djúpumýru, men NSÍ bjargaði KÍ dagin við at vinna í Gøtu
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Hetta er alt stríðið vert, sigur Høgni Klein Olsen, sum saman við hondbóltslandsliðnum vann Emerging Nations kappingina við sigri á Turkalandi.
Í blaðnum í dag er eisini annar partur av greinarøðini um spælaramenning í føroyskum fótbólti. HB hevur upp til 100 børn á vøllinum í senn. Tað er ein avbjóðing, men HB vil gjarna raðfesta spælaramenning, sigur Milan Cimburovic, høvðusungdómsvenjari hjá HB.
Á Sandoynni er avbjóðingin ein heilt onnur. Seinastu 30 árini er fólkatalið minkað við einum fjórðingi og felagið hevur torført við at manna ungdómsliðini, men alíkavæl megnar felagið at menna spælarar.
- Vit kundu velja millum ein miðverja og ein høvðusungdómsvenjara. Vit valdu tað seinna, fortelur Eli Hentze, fótbóltsmennari.
Les eisini stuttsøgt ítróttattíðindi í blaðnum í dag.