- Hví fortaldi ongin okkum søguna um Ainu Cederblom, tá vit gingu i skúla?
Sjónleikarin og klaksvíkingurin Eyð Matras hyggur út gjøgnum vindeygað og grunar mest sum fyri seg sjálva
- Mundi tað vera, tí hon var kvinna í eini mannfólkaverð?
Sanna svarið fáa vit neyvan nakrantíð. Ein sannroynd er tað tó, at sera fáir klaksvíkingar og enn færri føroyingar sum heild kenna hugtakandi søguna um svensku, Ainu Cederblom – ævintýrkvinnuna, sum einsamøll í báti í 1933 endaði í Klaksvík, har hon lat vevskúlan úti í Grøv byggja.
Frá dreymi til veruleika
- Søgan um Ainu Cederblom er ein ótrúlig søga, sum eigur at verða søgd. Og so er hetta ein framúr góður møguleiki at samantvinnað list og søguliga vitan, sigur Eyð Matras, um orsøkina til, at hon hevur tikið stig til leikin ”Sjóvevur” um lívið hjá Cederblom.
Við leikinum fáa vit søguna um eina kvinnu, sum hevði ein dreym og dirvið til at gera hann til veruleika. Cederblom hevði nevniliga sett sær fyri, at geva kvinnum kring heimin nøkur amboð, so tær kundu klára seg sjálvar – eitt nú við at læra tær at veva. Komin til Klaksvíkar fór hon tí alt fyri eitt undir at kanna møguleikan fyri at byggja ein vevskúla. Skjótt hevði hon sjálv teknað skúlan, og árið eftir kom hon aftur við timbri og øðrum tilfari, og var sjálv drívmegin í at fáa skúlan liðugt bygdan.
Dreymurin hjá Cederblom gjørdist ikki bara veruleiki. Hann gav eisini íblástur til dreymin hjá Eyð Matras um at brúka leiklistina sum amboð at fortelja hesa søguna. Eyð heitti tí á íslendska leikstjóran, Sigrun Valbergsdóttir, sum uttan at blunka játtaði at stjórna leikin.
- Hugskotið hjá Eyð er eitt av teimum bestu, eg nakrantíð havi hoyrt. Tá hon nevndi hetta fyri mær, kendist tað sum at fáa eina óvæntaða orkuinnspræning, har alt brádliga kundi lata seg gera, sigur Sigrun Valbergsdóttir.
Á kanningarferð
Eyð Matras var longu tá í holt við at umseta bókina Som sjøluffarer på Atlanten eftir Ainu Cederblom til føroyskt. Uppgávan hjá Sigrun Valbergsdóttir hevur í fyrsta umfari verið at skriva tekstin til leik.
Í sambandi við arbeiðið við leikinum hava tær báðar júst verið á kanningarferð í Svøríki, har tær millum annað fingu høvi at heilsa uppá familju og eftirkomarar hjá Ainu Cederblom. Ein stóran part av tíðini vóru tær á svenska ríkisarkivinum, har tær fingu innlit í øll skjøl um Cederblom. Eisini komu tær fram á filmar, sum Cederblom sjálv hevur tikið upp í Føroyum, men sum fá munnu hava sæð fyrr. Hartil lósu tær hópin av brøvum, sum fólk hava sent Ainu Cederblom, og eisini brøv, hon sjálv hevur skrivað. Í onkrum av hesum skínur ígjøgnum, at hon heldur tað ganga í so seint við byggingini av vevskúlanum í Klaksvík, og at hon er um at ótolnast.
Í kanningararbeiðinum varnaðust Eyð og Sigrun eisini, at Aina Cederblom hevði vígt seinasta partin av sínum lívi til at útrudda fátækradømi í heiminum. Hon hevði tá búsett seg í Brasilia, har hon brúkti alla sína svensku pensjón til ymiskt hjálpararbeiði.
Har doyði hon eisini 90 ára gomul í 1986.
Hon, ið onki váðar ...
Hóast teimum enn vantar pengar til at gjøgnumføra verkætlanina, arbeiða Eyð og Sigrun hugagóðar víðari við leikinum.
- Vit vóna at fáa so mikið av peningaligum stuðli at vit kunnu seta ein góðan og professionellan leik upp í februar, sigur Eyð, meðan Sigrun leggur afturat
- Um tú onki váðar, vinnur tú heldur onki. Cederblom setti jú sítt lív í váða fyri at fylgja sínum dreymi um at hjálpa øðrum. Við íblástri frá henni mugu vit eisini váða at fara í holt við hendan leikin uttan trygd fyri úrslitinum, sigur Sigrun og leggur afturat, at vevskúlin Úti í Grøv jú stendur sum eitt sigandi dømi um, at alt kann lata seg gera, um viljin er til staðar.
Gongst, sum tær vóna, verður leikurin ”Sjóvevur” partur av skránni á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar Kommunu komandi ár. Tí hóskar tað seg væl, at drívmegin í leikinum eru lokalar kreftir, sum vilja varpa ljós á ein næstan gloymdan men týðandi lið Klaksvíkar søgu.
Tað skal tó ikki forða fólki aðrastaðni frá at fáa lut í upplivingini. Tvørturímóti, sigur Eyð Matras, sum heldur leikin vera ein upplagdan møguleika hjá fólki kring landið at leita sær ein túr norðureftir at síggja, hvat Klaksvíkin hevur at bjóða, bæði av áhugaverdari søgu og nýskapandi list.
Fakta:
Sjónleikurin ”Sjóvevur” um ævintýrkvinnuna Ainu Cederblom, verður frumsýndur í februar.
Hugskot: Eyð Matras
Leikstjóri: Sigrun Valbergsdóttir
Leikari: Eyð Matras
Pallmynd: Edward Fuglø
Tónleikur: Magni Husgaard
Ljós: Árni Baldvinsson
Fá meir at vita um leikin á heimasíðuni www.eymaleik.com