Sólarmagn bjóðar smakkroynd á konsert í morgin

Í morgin verður kórkonsert í Kirkjubø, har Sólarmagn fer at syngja nakrar sangir, sum tað eisini fer at syngja á konsertferð í Italia næstum Klokkan 16 í morgin, sunnudagin, verður forvitnislig kórkonsert í Kirjubøar Kirkju, har Sólarmagn fer at syngja.

Í næstum fer kórið Sólarmagn á konsertferð í Italia, har tey skulu hava nakrar konsertir. Í Modena og har um leiðir, har stóri og kendi sangarin, Pavarotti, var ættaður. Kórið skal eisini hava framførslur saman við kórinum Choral Rossini, har Luciano Pavarotti gjørdi sínar fyrstu sangroyndir.

Til hetta høvið hevur kórið Sólarmagn spent seg út og vant eina góða og lívsjáttandi sangskrá.

Og tað eru smakkroyndir úr hesi sangskrá, sum tað verður høvi at hoyra í Kirkjubø seinnapartin í morgin.

Kórleiðarin, Fróði D. Sandoy, sigur, at skráin peikar aftur og fram í føroyskari tónlistasøgu við sangum úr gamlari føroyskari tónleikahevd, sum eru lagdir til rættis av nýggjum.

Skráin fevnir eisini um norðurlendskar kærleiks- og summarsangir, men høvuðsdentur er lagdur á nýggjan føroyskan tónleik hjá Paula í Sandagerði, Sunleifi Rasmussen, Unn Paturson, Kára Bæk og Bjarna Restorff